Gevist við martyrrolluni!

Hvør skal strúka skjúrturnar, tá maðurin ikki dugir, og konan ikki vil?
Hetta var heitið á framúr góðum fyrilestri, sum Kristine Strecker Hestbech mánakvøldið helt fyri Demokratia í Runavík.

Javnstøða byrjar í heiminum
Hestbech byrjaði fyrilesturin við at tosað um arvasyndina – Eva, sum lokkaði Adam og so var alt spilt – kvinnan kom við arvasyndini.

Hon viðgjørdi samfelagsstrukturirnar og vísti á, at teir speglast í okkara børnum. Hon helt, at tað føroyska samfelagið er eitt sera maskulint samfelag og vísir á, at menn í Føroyum hava alt tað føroyska økið sum sítt arbeiðs- og spælipláss. Teir hava bjørgini, sjógvin, seyðahald osv. at taka sær til, meðan kvinnurnar hava heimið, bindiklubbar, kirkjuna at ganga uppí. Hetta helt hon eisini speglaðist aftur í, at kvinnurnar rýma av smáplássunum, tí tær kanska ikki finna trivnað har og flyta til høvuðsstaðin ella úr Føroyum fyri at kunna trívast og harvið eisini virka.

Vit hava eina inngrógvna áskoðan á, hvussu kynsrollurnar eru. Menn hava kontroll og vald í arbeiðslívinum og tað er eisini har, teirra identitetur verður defineraður, meðan kvinnur hava kontroll og vald í heiminum.

Hestbech meinti, at tað er so ymiskt hvussu lívið lagar seg hjá tí einkulta menniskjanum og eisini hjá kvinnum og monnum í ella uttanfyri parlag. Men hon helt, at javnstøða byrjar í heiminum og í uppalingini av okkara børnum.

Hon segði, at hon hevði tosað við læknar, sum høvdu greitt frá, at fólk, sum høvdu verið sjúk leingi og vóru blivin frísk – vóru ofta aggresiv og ynsktu seg aftur í sjúkraleguna, ella í offurrollina. Hon helt, at kvinnur – ikki bara í Føroyum – men eisini aðrastani, vóru fastlæstar í offur- og martyrrolluni. Hon gav øllum kvinnum ein uppsang og mælti til, at kvinnur skula gevast við at síggja seg sum offur og martyrar, tí tann rollan var ikki ein rolla, sum var til gagns fyri javnstøðu – hvørki í heiminum ella í samfelagnum.
Kvinnufelagið í Havn
/bb