Javnstøða í almennum partafeløgum

Í sambandi við 8. mars tiltakið í fjør setti Kvinnufelagið fram trý ynskir, sum skulu viðvirka til at fremja javnstøðu í Føroyum og harvið minka um tann kynsmun, sum framvegis er galdandi. Eitt av hesum ynskjum var at víðka § 8 í javnstøðulógini til eisini at fevna um vinnuligt virksemi hjá tí almenna. Hóast Johan Dahl, landsstýrismaður í javnstøðumálum, á 8. mars tiltakinum hjá Kvinnufelagnum, boðaði frá, at hann fór at virka fyri javnstøðu á hesum økinum, kunnu vit bara staðfesta, at higartil hevur landsstýrið tíðanverri einki gjørt í hesum málinum.

Tað er tí at fegnast um, at Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, og Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, hava lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at broyta javnstøðulógina, so lógin eisini kemur at fevna um almenn partafeløg. Hetta uppskotið er fult í tráð við ynski hjá Kvinnufelagnum um broyting í javnstøðulógini. Kvinnufelagið vónar, at uppskotið hjá Bjørt Samuelsen og Aksel Johannesen verður samtykt í Løgtinginum. Uppskotið kemur til 1. viðgerð í Løgtinginum fríggjadagin 7. mars 2014.