Nógvar vildu í nevndina í Kvinnufelagnum í Havn

Somikið nógvar bjóðaðu seg fram til nevndina í Kvinnufelagnum, at felagið nú hevur fimm nevndarlimir og tríggjar tiltakslimir, sum allar taka lut í nevndararbeiðinum.

Á aðalfundi í Mettustovu í gjárkvøldið, hóskvøldið 27. mars 2014, varð nýggj nevnd vald. Tó er nevndin ikki nýggjari enn so, at allar hava verið í nevndini fyrr.

Tina K. Jakobsen er nú forkvinna fyri Katrin Gaard, sum fór frá
Bjørg Jacobsen heldur fram sum skrivari
Eyrith G. Leyni heldur fram sum peningarøkil
Rigmor Dam varð vald til nevndarlim
Helena Fríðheim heldur fram sum nevndarlimur
Turið Holm heldur fram sum tiltakslimur
Annika A. Gregoriussen varð vald til tiltakslim
Birta Biskopstø varð vald til tiltakslim

At umboða Kvinnufelagið í Kvinnufelagasamskipanini (KSF) vórðu valdar Helena Fríðheim og Birta Biskopstø, meðan Tina K. Jakobsen varð vald sum tiltakslimur. Birna Gaard varð vald til nevndarlim í Mettugrunninum.

Eftir aðalfundin var fyrsti nevndarfundur hildin, og nevndin skipaði seg soleiðis, at allar hava hvør sítt ábyrgdarøki: 8. mars hátíðarhald, peningarøkil, skrivari, kvinnufelagssamstarv, heimasíðurøkil, marknaðarføring, miðlahandfaran, útleigan av Mettustovu, inntøkuskapandi virksemi og viðlíkahald av Mettustovu.

Avrátt varð, at felagið skal vera munandi sjónligari og virknari. Felagið hevur góðar karmar at virka undir úti á Reyni, og kvinnusakini tørvar endurnýggjan, so nútíðar kvinnur kenna seg umboðaðar í landsins størsta kvinnufelag. Limatiltøk skulu fyriskipast mánaðarliga, og fyrsta tiltakið er sett at vera 19. mai kl. 19.30. Meira kunning um hetta í apríl. Eisini er ætlanin at skipa fyri einum stórum 8. mars tiltaki komandi ár, tá 100 ár eru liðin síðan kvinnur fingu valrætt í Føroyum.