Nýggj nevnd í Kvinnufelagnum

Á aðalfundi í Mettustovu í kvøld varð nýggj nevnd vald.

Bjørg Jacobsen ynskti at halda fram og varð afturvald. Tina K. Jakobsen og Rigmor Dam stillaðu upp og vórðu valdar. Báðar hava verið í nevndini í Kvinnufelagnum fyrr. Turið Holm ynskti at stilla upp aftur sum tiltakslimur, og bæði Birta Biskopstø og Annika A. Gregoriussen ynsktu eisini at vera tiltakslimir.

Eyrith G. Leyni og Helena Fríðheim stóðu ikki fyri vali.

Nevndarlimir eru:

  • Tina K. Jakobsen, forkvinna
  • Bjørg Jacobsen, skrivar
  • Eyrith G. Leyni, peningarøkil
  • Rigmor Dam, nevndarlimur
  • Helena Fríðheim, nevndarlimur
  • Annika A. Gregoriussen, tiltakslimur
  • Turið Holm, tiltakslimur
  • Birta Biskopstø, tiltakslimur

At umboða Kvinnufelagið í Kvinnufelagasamskipanini (KSF) vórðu valdar Helena Fríðheim og Birta Biskopstø, Tina K. Jakobsen varð vald sum tiltakslimur.

Birna Gaard varð vald til nevndarlim í Mettugrunninum.

Eftir aðalfundin var fyrsti nevndarfundur hildin. Fyrsta limatiltak verður 19. mai kl. 19.30. Meira kunning um hetta kemur í apríl.

Vit gleða okkum til eitt áhugavert ár í Kvinnufelagnum. Kom við! 🙂