Eg havi onki at brenna brósthaldaran fyri

bh-tiltakKvinnufelagið stillar upp til sjálvbodna spanking hin 19. mai kl. 20, tá ið Eydna Skaale kemur í Mettustovu við einum tiltrongdum, og helst eisini uppibornum, uppercut.

Nú alt færri kvinnur gerast virknar í kvinnukampinum, mugu vit skifta orð um, hvussu Kvinnufelagið verður viðkomandi fyri yngri ættarliðið av kvinnum.

Í kjakupplegginum frá Eydnu Skaale verður millum annað sagt at:
– Kyn hevur ongantíð verið eitt evni fyri meg og vinkonur mínar
– Vit hava somu rættindi sum mennirnir, so eg havi onki at brenna mín brósthaldara fyri.
– Vit velja mann av kærleika, og ikki tí vit eru bundnar av inntøku hansara.
– Vit eru vaksin fólk, so ongin annar skal gera av, um eg ella maðurin fara í barsil.
– Kvinnur eru ikki offur!

Allir limir eru vælkomnir – og nýggjar kunnu tekna seg.

Væl møttar í Mettustovu 19. mai kl. 20.00