Tvey kyn – ymsar støður

Tvey kyn - ymsar støður

Nýtt undirvísingartilfar um javnstøðu fyri næmingar á miðnámi

Javnstøðunevndin hevur í samstarvi við Nám givið út nýggja bók Tvey kyn – ymsar støður, sum Kristianna Winther Poulsen, MSc, og Hans Pauli Strøm, sosiologur, hava skrivað og lagt til rættis. Bókin er ætlað til undirvísing í samfelagsfrøði á miðnámi, men kann eisini brúkast til eldru flokkarnar í fólkaskúlanum.

Bókin er skipað í sjey ymisk evni: íbúgvaviðurskifti, barnsburðarviðurskifti, at liva og doyggja, familjur og hjúnaskilnaður, útbúgving, arbeiðsmarknaður og inntøkubýti. Endamálið er at vísa, hvussu ymisk øki í dagsins samfelag hava ymiska ávirkan á kynini. Ymisk faktuel viðurskifti verða lýst á fjølbroyttan hátt í orðum, myndum, hagtølum og filmsbrotum. Bókin bjóðar ongar lidnar loysnir ella niðurstøður; í staðin inniheldur hvør partur uppskot til kjakevni, sum eru ætlað at geva næmingum og lærarum íblástur til at hugleiða og skifta orð um ymiskar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu.

Bókin er ein sBók, tvs. ein talgild bók. Hon verður dagførd við jøvnum millumbilum, eitt nú við nýggjum hagtølum. Harumframt ber til at leggja aftrat fleiri upplýsingar og víðka bókina til at fevna um enn fleiri øki enn tey sjey nevndu. Bókin er ókeypis fyri øll at ogna sær og brúka og kann takast niður á javnstoda.systime.dk.

Kristianna W. Poulsen og Hans Pauli Strøm

Hans Pauli Strøm og Kristianna Winther Poulsen