Ársfundur hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya

Kvinnufelagasamskipan Føroya boðar nú til ársfund á Glyvrum. Allir limir í Kvinnufelagnum eru hjartaliga vælkomnir at koma við á ársfund, sum er eitt gott høvi at hitta aðrar kvinnur, ið eisini hava áhuga fyri arbeiðinum fyri javnstøðu til kvinnur. Limir í Kvinnufelagnum, sum ynskja at luttaka, kunnu boða Kvinnufelagnum frá, um vit eru fleiri, so kunnu vit samskipa koyringina inn á Glyvrar. Ring til 216064 ella send ein teldupost til kvinnufelag@kvinnufelag.fo.

ÁRSFUNDUR hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya verður hjá Kongshavnar Kvinnufelag í hølum felagsins á Glyvravegi 4, Glyvrar, leygardagin tann 30. mai 2015.
Fundarskrá verður sambært lógum felagsins.
Uppskot til viðgerðar á fundinum skulu sendast til KSF, birtabiskopstoe@gmail.com í seinasta lagi 23. mai 2015.
Fundurin verður settur kl. 13.00.
Tær, ið ætla at luttaka, skulu siga frá í seinasta lagi 26. mai hjá Fríðbjørg Weihe á telefon 290416 ella á teldupostadressu: fridbjorgw@gmail.com.