Avkriminalisera keypisex

Í summar samtykti aðalfundurin hjá Amnesty International eina resolutión, sum staðfestir, at ynski er at avkriminalisera sexarbeiðið. Kvinnufelagið setir stór spurnartekin við hesa avgerð, og í tí sambandi hava vit bjóðað Amnesty International Føroya Deild í Mettustovu 23. november.

Á fundinum mánakvøldið luttekur Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty Føroya Deild. Katrin fer at greiða frá støðuni hjá Amnesty International og hvussu felagsskapurin er komin til hesa støðu. Katrin fer eisini at greiða frá hvat stendur í resolutiónini, hvat hon inniber og hvussu Føroya Deild hevur arbeitt við evninum. Lagt verður upp til kjak um evnið.

Tiltakið byrjar kl. 19.30 og er í Mettustovu.

Hjartaliga vælkomnar

Brot úr Degi og Viku 20.november 2015

ai logo transparent