Lær at tala tølini í fíggjarlógini

Limatiltak mikukvøldið 9. desember kl. 19.30

Eru fíggjarmál ein jungla, sum tú gjarna vilt skilja betur?

So kom í Mettustovu mikukvøldið, har Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, fer at greiða frá, hvussu vit lesa og skilja játtanarkarmar til fíggjarlóg, fíggjarlógina sjálva og eykajáttanir til fíggjarlógina.

Tak tín iPad ella farteldu við um tú kanst. Minst til at løða tólið áðrenn tú kemur, tað er avmarkað hvussu nógvar stikkontaktir eru í Mettustovu..

Vit síggjast :)

Nevndin

Tina, Eyrith, Bjørg, Birta, Turið, Annika, Rigmor og Helena