DD2016, Kvinnudagar í Sandoynni og Fuglafirði

International-Womens-Day

#AK2016 og #IWD2016

DAMUDOMI 2016
Upphiting til 8. mars. Ein vika av damudomineraðum tiltøkum í Sirkus frá 1.-7. mars.

04. mars: DD16 Bukkakokk: Keka · Chicken Korma & Beef Jalfrezi. Bukkakokk verður indiskt við Srikanya ‘Keka’ Nandi, sum eisini var kokkur til Bukkakokk í desember mánaða.

05. marsDD16 Konsert & Sjónleikur: Rebekka, Ingun, Greta, Sóley og Katrin. Konsertirnar eru tríggjar í tali og eru við Rebekku Petersen, Ingun Gormsdóttir og Gretu Bech. Tveymansleikurin er við Sóley og Katrin, ið framføra nýskrivaðar hugleiðingar/skemt/stuttleikir o.a til gaman og álvara. Kvøldið byrjar kl 20, og tað er ókeypis atgongd. Frá midnátt er disking við DJ-damucrew. Aftaná kl 01 er kostnaðurin inn 50kr.

06. marsDD16 Bio: I Shot Andy Warhol (Harron, 1996). “I Shot Andy Warhol” er ein spælifilmur um Valerie Jean Solanas, ið hevur skrivað SCUM-manifestið, ið verður sýnt sum leikur 8. mars í Norðurlandahúsinum. Filmurin vísir, hvat leiddi upp til hendingina í 1968, har Valerie Solanas skeyt listamannin Andy Warhol. Solanas var víðgongdur feminstur, og hon goymdi ikki, at hon var lesbisk – nakað, ið var sera óvaniligt í teimum konservativu 1950’unum. Harumframt var hon rúsevnismisnýtari, prostituerað og var úti fyri kynsligum ágangi sum barn. Tað var ikki fyrr enn eftir, at hon skeyt Warhol, at hon bleiv kend, og manifest hennara er nú endurprentað á nógvum ymiskum málum. Lily Taylor spælur høviðsleiklutin og lýsur Solanas sum eitt hugfangandi menniskja. Áðrenn filmin fer Maud Magnussen at hava eina innleiðing.

07. marsDD16 Samrøðustova: “Kvinnur, Skomm & Málbrúk”. Minnist tú Monicu Lewinsky? Hvussu hennara privatlív gjørdist alheimstíðindi? Hevur tú kanska tosað um hana, eina líknandi støðu ella upplivað, at onnur hava tosað um teg?
Sum partur av Damudomi í Sirkus verður samrøðustova um ‘Kvinnur, skomm og málbrúk’ mánakvøldið 7. mars kl 20.
Dømini uppá, hvussu kvinnur (og aðrir samfelagsbólkar) verða útskammaðar og tagdar vekk, eru endaleys. Við samrøðustovuni verður ljós varpað á hesar trupulleikar, og hvørjar loysnir møguliga eru. Kvøldið bjóðar uppá framløgur við tveimum kvinnum, sum í lesnaði sínum hava arbeitt við krossøkinum millum kyn og mál, meðan áskoðararnir verða bjóðaðir at luttaka við teirra egnu hugsanum og royndum. Grundarlagið er einfalt: at óansæð hugburð, er tað umráðandi at tosa við hvønn annan um tingini.

 

KVINNUDAGSTILTØK KRING LANDIÐ

Kvinnudagur á Sandoynni
Kross í kalendaran, Sandoyar kvinnur! Áttanda mars verður kvinnukvøld í Samljóð! Á skránni er millum annað ein ljósmóðir, sum fortelur um tað, kroppurin er førur fyri undir eini føðing, ein maður, sum fortelur um søguna hjá føroyskari binding, munnbitar við altjóða dámi, og so hava nakrar frískar kvinnur játtað at vera make-over-modellir! Sjálvandi er eisini skemt og sangur á skránni.
Atgongumerki á 100 kr verða at fáa í Á-handlinum í Skopun og á Effo á Sandi frá fríggjadegnum 4. mars. Avmarkað atgongd!

Kvinnudagur í Fuglafirði – viðurkenning, inklusión og kvinnuleiklutir anno 2016
Í sambandi við at tað í ár eru 100 ár síðani kvinnur í Føroyum fingu valrætt, nýta vit altjóða kvinnudagin høvi til at hyggja at støðuni hjá kvinnum í Føroyum. Fáa tær loyvi til at virka fult í ymsu kvinnuleiklutunum í dagsins samfelagi? Her varpa vit serliga ljós á støðuna hjá útlendskum kvinnum í Føroyum.
– In commemoration of the centennial of women’s right to vote in the Faroe Islands, we have chosen the International Women’s Day to look at the current situation for women in the Faroes. Are they able to participate actively in all the different roles women may take on today? We focus specifically on the situation for non-native women here. It will be possible to get a summary in English throughout the evening.

 

Veitst tú um okkurt annað tiltak? So sig okkum fegin frá.