Harðskapur í upploystum parløgum

violence-against-women-1169348_1920-1

Í 2018 verður familjurættarmálsøkið væntandi yvirtikið, og frameftir skal løgtingið smíða lógirnar á økinum. Okkum tørvar eitt orðaskifti um málsøkið, tí øll eru ikki fegin um broytingarnar, ið eru gjørdar í teimum nýggjastu donsku lógunum. Hvussu vilja vit, at okkara rættartrygd skal vera? Hvørji atlit skulu takast og til hvønn? Hvat hendir við samverurættinum, tá harðskapur er partur av upploysta parlagnum? Hvørja rættartrygd hava børn? Hetta og annað fer kjakið at snúgva seg um hóskvøldið.

Byrjað verður við kjakuppleggum frá trimum gestum, høvi verður at seta spurningar. Tey, ið leggja fram eru:

  • Monica Hjelm Rasmussen fyri Ríkisumboðið
  • Djóni J. Eidesgaard fyri Barnabata
  • Elin Reinert Planck Kvinnuhúsið

25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Í hesum sambandi vil Kvinnufelagið birta undir kjak um familjurættarligu viðurskiftini, tá pør fara hvør til sítt, og har harðskapur hevur verið í parlagnum, ella er uppstaðin aftan á parlagið.

Tiltakið verður í Mettustovu á Skipar Hansens gøtu á Reyni 24. november kl. 19:30.