Avkriminalisera keypisex

Í summar samtykti aðalfundurin hjá Amnesty International eina resolutión, sum staðfestir, at ynski er at avkriminalisera sexarbeiðið. Kvinnufelagið setir stór spurnartekin við hesa avgerð, og í tí sambandi hava vit bjóðað Amnesty International Føroya Deild í Mettustovu 23. november. Á fundinum mánakvøldið luttekur Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty Føroya Deild. Katrin fer at greiða…

Ársfundur hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya

Kvinnufelagasamskipan Føroya boðar nú til ársfund á Glyvrum. Allir limir í Kvinnufelagnum eru hjartaliga vælkomnir at koma við á ársfund, sum er eitt gott høvi at hitta aðrar kvinnur, ið eisini hava áhuga fyri arbeiðinum fyri javnstøðu til kvinnur. Limir í Kvinnufelagnum, sum ynskja at luttaka, kunnu boða Kvinnufelagnum frá, um vit eru fleiri, so kunnu…

Tvey kyn – ymsar støður

Javnstøðunevndin hevur í samstarvi við Nám givið út nýggja bók Tvey kyn – ymsar støður, sum Kristianna Winther Poulsen, MSc, og Hans Pauli Strøm, sosiologur, hava skrivað og lagt til rættis. Bókin er ætlað til undirvísing í samfelagsfrøði á miðnámi, men kann eisini brúkast til eldru flokkarnar í fólkaskúlanum. Bókin er skipað í sjey ymisk…

Fá pensjónina inn við skeið

Mikukvøldið skipar Kvinnufelagasamskipan Føroya fyri tiltaki um pensjónir, har kvinnur fáa boðskapin inn við skeið. Felagið bjóðar tveimum óheftum serfrøðingum at greiða frá. Ein lógarkøn gevur okkum eina pedagogiska gjøgnumgongd av pensjónum sum heild, og Jan Otto Holm, óheftur fíggjarráðgevi, greiðir frá, hvat vit skulu hava í huganum, tá ið vit velja pensjónir og tryggingar.…