Aðalfundur 16. mars

Aðalfundur verður 16. mars kl. 19.00 í Mettustovu. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Uppskot í skulu á skrá, mugu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar undan aðalfundinum. Um aðalfundurin ikki er viðtøkuførur verður eykaaðalfundur hildin kl. 19.30. Eykaaðalfundurin er altíð viðtøkuførur. Møtið fjølmentar Kvinnufelagið

Eitt barn er føtt… og hvat so?

Frá 01. januar í ár er barsilsskipanin broytt. Millum broytingarnar er longt barsilstíðarskeið, og at pápar ikki kunnu geva mammuni barsilsdagarnar, ið eru oyramerktir til teir. Í hesum sambandi hevur Kvinnufelagið bjóðað løgfrøðinginum Jóonnu Djurhuus í Mettustovu at fortelja um lógina og greiða frá teimum nýggjastu broytingunum. Høvið verður at seta spurningar. Allar kvinnur eru…

Ársskiftið 2016 í Evropa

Nýggjársnátt blivu út móti 600 kvinnum seksuelt álopnar í miðbýnum í Køln. Hóast so nógvar meldingar, er ongin blivin handtikin fyri hesi misbrot. 31 menn eru handtiknir, men fyri stuldur og annað. Síðani hendingina eru fleiri líknandi hendingar komnar fram. Um enn ikki so umfatandi, so er somu nátt tað sama hent í millum annað…

Lær at tala tølini í fíggjarlógini

Limatiltak mikukvøldið 9. desember kl. 19.30 Eru fíggjarmál ein jungla, sum tú gjarna vilt skilja betur? So kom í Mettustovu mikukvøldið, har Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, fer at greiða frá, hvussu vit lesa og skilja játtanarkarmar til fíggjarlóg, fíggjarlógina sjálva og eykajáttanir til fíggjarlógina. Tak tín iPad ella farteldu við um tú kanst. Minst…