SCUM-manifestet 8. mars í Havn

 

SCUM

Til kvinnudagin í ár bjóðar Norðurlandahúsið til eina heilt serliga sýning. Svenski einmansleikurin SCUM-manifestet byggir á ein av sterkastu tekstunum í bókmentasøguni: The SCUM Manfesto eftir Valerie Solanas.
Teksturin er heimskendur, men eisini púra ókendur. Hann er hataður og elskaður – eisini av fólki, sum ikki hava lisið hann. Solanas tók til, at hetta er ikki stórbær ella djúp list. Hetta er ein heilsan til mannfólkaveldið full av ótálmaðari vreiði, stríðshuga og kærleika.Leikurin er ógvisligur og ikki fyri sartar sálir.

Undan leikinum skipar Kvinnufelagið fyri einum stuttum tiltaki í Norðurlandahúsinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *