Kunning um tilhaldslógina og heildarætlanina um harðskap

Hóskvøldið 23. november kl. 20 verður fundur í Mettustovu í Havn, har kunnað verður um nýggju tilhaldslógina eins og um Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum. Sum eitt av átøkunum í Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum samtykti løgtingið í heyst lóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing. Lógin veitir m.a. heimild at vísa…