Aðalfundur

Aðalfundur hjá Kvinnufelagnum í Havn verður 28. februar 2017 kl. 19.00 í Mettustovu. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Uppskot til viðtøkubroytingar er á skrá. Nevndin mælir til at broyta § 15 í viðtøkunum soleiðis: “Heldur Kvinnufelagið uppat, verða ognir felagsins latnar til Kvinnuhúsið.”

Uppskot, sum skulu á skrá, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar undan aðalfundinum.
Um aðalfundurin ikki er viðtøkuførur, verður eykaaðalfundir hildin 19.30.
Eykaaðalfundurin er altíð viðtøkuførur.

Nevndin

 

UPPSKOT TIL BROYTINGAR Í VIÐTØKUNUM HJÁ KVINNUFELAGNUM:

§ 15 verður orðað soleiðis: “Heldur Kvinnufelagið uppat, verða ognir felagsins latnar til Kvinnuhúsið.”

 Viðmerkingar:

Kvinnufelagið sendi við skrivi, dagfest 7. juni 2016 Toll- og Skattaráð Føroya umsókn um skattafrælsi. Við skrivi, dagfest 17. juni 2016 vísti TAKS á, at viðtøkurnar hjá felagnum ikki treytina um, at viðtøkurnar beinleiðis skulu hava orðing um hvat verður av ognum felagsins um so er at felagið verður avtikið.

Mælt verður tí til at broyta viðtøkurnar soleiðis, at tað beinleiðis framgongur, at um so er at Kvinnufelagið verður avtikið, fara ongirnar til Kvinnuhúsið.