Føroyskar kvinnur í Keypmannahavn 1900-1920

Købmagergade umleið 1900

Købmagergade umleið 1900

Lív S. A. Simonsen, M.A. í søgu, heldur 14. februar 2017 kl. 19:30 fyrilestur í Mettustovu um føroyskar kvinnur, ið fóru niður til Keypmannahavnar uml. 1900-1920.

Kvinnur vóru í meiriluta millum føroyingar, sum búðu niðri hetta tíðarskeiðið. Í 1911 búðu 518 føroyingar í Danmark, og av teimum vóru 343 kvinnur. Støðan líkist tí nógv henni, ið sæst í dag. Í 2008 búðu 7.000 føroyingar í Danmark, og av teimum vóru 4.800 kvinnur.

Eldra tíðarskeiðið hevur tó ikki fingið eins stóra umrøðu, sjálvt um flytingin millum ung úr Føroyum longu tá var vorðin partur av samfelagsgongdini.

Hví fóru kvinnur niður til Keypmannahavnar, og hvussu gekst teimum har? Hetta verður dentur lagdur á í fyrilestrinum. Støði verður tikið í tveimum dømum. Tað verður eisini greitt frá, hví tað kundi vera trupult hjá døtrum at ríva seg leysar frá foreldrum og sleppa av landinum.

Tiltakið verður í Mettustovu, ókeypis atgongd. Nýggir limir kunnu tekna seg.

Lív Arge Simonsen

Lív Arge Simonsen