Altjóða kvinnudagur 08. marts 2019

FEMIFAGNAÐUR 2019 – fagnaður rundanum altjóða kvinnudagin 8. mars.

Í ár skipa felagsskapirnir Kvinnufelagið, Frítt Val – fyri fríari abort,
Amnesty International Føroyar, Kropsfatanistar, VistGrøði
og Damudomi saman fyri eini røð av tiltøkum dagarnar 3. til 7. mars og
fyri einum risa hátíðarhaldi á sjálvum 8. mars.

Felags fyri alla vikuna er heitið ”Kyn”, og tiltøkini verða hildin
ymsastaðni í Tórshavn:

TILTØK 3.-7. MARS:
Sun 3/3 kl 14, Mettustova: Zine verkstova
Mán 4/3 kl 20, Sirkus: Filmssýning: Tangerine
Týs 5/3 kl 20, Setrið: Seturskjak: Gransking um kyn
Mik 6/3 kl 20, Perlan: Pallborðskjak um abort
Hós 7/3 kl 20, Sirkus: Bókmentatiltak: Orð um Kyn · Útvaldir persónar
lesa upp

8. MARS kl 14.30-01.00: Femifagnaður 2019
14.30: Opið Hús í Mettustovu
17: FEMIGONGA, gonga frá Mettustovu til Perluna
17.30-21.30: PERLAN – Røður, upplestur, matur, pepp og tónleikur
22.30-01.00: KONSERTIR & DJs – Greta Svabo, Frum, Jasmin, Maria & Maria

Øll eru vælkomin til tiltøkini – og tiltøkini eru ókeypis.