Sig frá

Kunning um tilhaldslógina og heildarætlanina um harðskap

Hóskvøldið 23. november kl. 20 verður fundur í Mettustovu í Havn, har kunnað verður um nýggju tilhaldslógina eins og um Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum. Sum eitt av átøkunum í Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum samtykti løgtingið í heyst lóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing. Lógin veitir m.a. heimild at vísa…

arsfundur-ksf-kongshavnar-kvinnufelag-var-2015

Ársfundur og veitsla 16. september

Kvinnufelagasamskipan Føroya boðar til ársfund í Mettustovu úti á Reyni í Havn. Allir limir í Kvinnufelagnum eru hjartaliga vælkomnir á ársfund, sum er eitt gott høvi at hitta aðrar kvinnur, ið eisini hava áhuga fyri arbeiðinum fyri javnstøðu til kvinnur. Ársfundur Ársfundurin verður settur kl. 10. Fundarskráin fylgir lógum felagsins. Uppskot til viðgerðar á fundinum…

Købmagergade umleið 1900

Føroyskar kvinnur í Keypmannahavn 1900-1920

Lív S. A. Simonsen, M.A. í søgu, heldur 14. februar 2017 kl. 19:30 fyrilestur í Mettustovu um føroyskar kvinnur, ið fóru niður til Keypmannahavnar uml. 1900-1920. Kvinnur vóru í meiriluta millum føroyingar, sum búðu niðri hetta tíðarskeiðið. Í 1911 búðu 518 føroyingar í Danmark, og av teimum vóru 343 kvinnur. Støðan líkist tí nógv henni, ið sæst í dag. Í…

Aðalfundur

Aðalfundur hjá Kvinnufelagnum í Havn verður 28. februar 2017 kl. 19.00 í Mettustovu. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Uppskot til viðtøkubroytingar er á skrá. Nevndin mælir til at broyta § 15 í viðtøkunum soleiðis: “Heldur Kvinnufelagið uppat, verða ognir felagsins latnar til Kvinnuhúsið.” Uppskot, sum skulu á skrá, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 8…