Fá pensjónina inn við skeið

Mikukvøldið skipar Kvinnufelagasamskipan Føroya fyri tiltaki um pensjónir, har kvinnur fáa boðskapin inn við skeið. Felagið bjóðar tveimum óheftum serfrøðingum at greiða frá. Ein lógarkøn gevur okkum eina pedagogiska gjøgnumgongd av pensjónum sum heild, og Jan Otto Holm, óheftur fíggjarráðgevi, greiðir frá, hvat vit skulu hava í huganum, tá ið vit velja pensjónir og tryggingar.…

Hvør ger hvat?

27. og 28. mai verður ráðstevna og seminar um javnstøðu í Norðurlandahúsinum í Havn. Evnið er kynjabýti á arbeiðsmarknaðinum og heima. Sí innbjóðingina her. Tilmelding fer fram á einum leinki í innbjóðingina. Tørvar tær hjálp at melda teg til, so ring til Tinu á 216064 ella send teldupost á kvinnufelag@kvinnufelag.fo. Skrá fyri ráðstevnuna verður tøkt seinni.