Fá pensjónina inn við skeið

Mikukvøldið skipar Kvinnufelagasamskipan Føroya fyri tiltaki um pensjónir, har kvinnur fáa boðskapin inn við skeið. Felagið bjóðar tveimum óheftum serfrøðingum at greiða frá. Ein lógarkøn gevur okkum eina pedagogiska gjøgnumgongd av pensjónum sum heild, og Jan Otto Holm, óheftur fíggjarráðgevi, greiðir frá, hvat vit skulu hava í huganum, tá ið vit velja pensjónir og tryggingar.…

Pensjón á breddan

Tíðindaskriv frá Kvinnufelagasamskipan Føroya Leygardagin var Norðoya Kvinnufelag vertir fyri ársfundinum hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya (KSF). Á ársfundinum var samtykt, at arbeiðast skal við pensjónsviðurskiftum hjá kvinnum, millum annað við at skipa fyri kunnandi fundum kring landið. Endamálið við at varpa ljós á hetta er, at gera kvinnur tilvitaðar um sína egnu pensjónsuppsparing, ella vantandi uppsparing. Viðurskifti…