Tiltøk

Heyst- og várskráin 2015/2016

23. november – Avkriminalisera keypisex, Katrin á Neystabø frá Amnesty Føroya Deild hevur framløgu.

19. desember – Jólaborð. Kostnaður kr. 150,-. Íroknað er døgurði, dessert og drekkivørur, gott lag, látur, gløggar og stuttligar kvinnur. Kom við 🙂 Melda til hjá Tinu á 216064 ella flyt kr. 150 á 6460-153.255.5 og viðmerk “jól” og títt navn.

20. januar – Barsilsskipanin… Jóanna Djurhuus, løgfrøðingur, fer at greiða frá rættarstøðuni á barsilsøkinum.

12. februar – Kjakmentan. Hví stinga kvinnur ikki nøsina meira fram í almennum kjaki? Kinna Poulsen luttekur.

08. mars – Altjóða Kvinnudagur. 100 ár eru síðani kvinnur fingu valrætt í Føroyum. Skráin er ikki endalig enn.

23. mars – Aðalfundur.

mai – Ársfundur hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya. Dagur er ikki ásettur enn. Melda til hjá Tinu á 216064. Tilmeldingarfreist verður kunngjørd tá dagfestingin fyri fundin er komin. Ársfundurin er eitt fínt høvi at hitta kvinnur úr øllum landinum, ið hava somu áhugamál sum vit. Kom við 🙂

 

Afturvendandi tiltøk eru 8.mars-hald, limatiltøk frá september til mai, og hvørt ár verður skipað fyri jólaborði. 5 hvørt ár eru vit vertir fyri ársfundin hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya, hini fýra árini vitja vit gleðiliga hini feløgini, og allir limir eru hjartaliga vælkomnir til øll hesi tiltøk.