2014

Tíðindaskriv frá Kvinnufelagnum í Havn
Rætturin at ráða sær sjálvum og javnstøða í umboðan

Í ár eru 20 ár síðani, vit loksins fingu eina javnstøðulóg í Føroyum. Hóast viðurskiftini hjá kvinnum í Føroyum eru broytt sera nógv seinastu árini, so eru Føroyar framvegis eitt sera kynsbýtt samfelag.

Hetta kynsbýtið hevur stóra ávirkan á lívsmøguleikar og lívsumstøður hjá báðum kynum. Hetta kemur m.a. til sjóndar í útbúgvingarvalum, á arbeiðsmarknaðinum, í lønarútgjaldinum, í pensjónsútgjaldinum, í farloyvisskipanum, í politiskari umboðan, í nevndarumboðan, í ræðisrættinum yvir egnum kroppi o.s.fr.

Kvinnufelagið í Havn hevur í sambandi við Altjóða Kvinnudagin 2014 valt at seta fram trý mál, sum felagið ynskir, verða framd í verki. Tey eru:

1. Frían abort í Føroyum
2. Javnstøða í almennum partafeløgum
3. Taka atlit til javnstøðu, tá lógaruppskot verða gjørd

Frían abort í Føroyum
Abortlógin í Føroyum er frá 1956. Sambært lógini kunnu kvinnur bert fáa abort í nøkrum heilt serligum førum. Avmarkingarnar í lógini hava við sær, at kvinnur í Føroyum ikki hava heimild til at ráða sær sjálvum og til at ráða yvir egnum kroppi.

Tað sigur seg sjálvt, at galdandi lóg er fullkomiliga ótíðarhóskandi. Kvinnufelagið heldur, at henda lógin eigur at verða sett úr gildi ongantíð ov skjótt. Í staðin fyri, skulu vit hava eina abortlóg, sum staðfestir rættin hjá kvinnum til at hava ræðisrættin yvir egnum kroppi. Rætturin til frían abort er ikki bara ein spurningur um abort ella ikki. Men er fyrst og fremst ein spurningur um mannarættindi, t.v.s. rættindi sjálv at taka avgerðir viðvíkjandi egnum lívi – og kroppi. At sleppa at ráða sær sjálvur eigur at vera ein sjálvsagdur rættur – eisini hjá kvinnum.
Javnstøða í almennum partafeløgum
Yvirlitið hjá Vinnumálaráðnum vísir, at kynsbýtið í nevndunum í teimum almennu partafeløgunum er sera ójavnt. Í nevndunum fyri hesi partafeløg eru tilsamans 36 nevndarlimir. Av hesum eru 25 menn og bert 11 kvinnur – og tá eru enntá starvsfólkaumboð tald við. Í øllum av hesum nevndum – við undantakið av einari nevnd – eru menn valdir til formann. Í tveimum av hesum nevndum er bara ein kvinna vald, hóast talið av nevndarlimum ongantíð er lægri enn fimm.

Hetta er ikki nóg gott. Vit trúgva heilt einfalt ikki uppá, at tað ikki skal bera til hjá at finna egnaðar kvinnur til hesar nevndarsessir, tí vit hava eina røð av vælskikkaðum kvinnum í Føroyum. Pástandurin um manglandi førleikar hjá kvinnum kann tí ikki brúkast sum nøkur saklig grundgeving hesum viðvíkjandi. Tað sær hinvegin heldur út til, at hesin pástandurin bert verður brúktur sum ein undanførsla fyri stórt sæð ikki at velja kvinnur í nevndirnar í almennu partafeløgunum.

Av tí, at talan er um almenn partafeløg, og Landsstýrið tískil heilt ella partvíst velur limirnar í hesum nevndum, hevur Landsstýrið ein gyltan møguleika at ganga á odda, tá ið tað snýr seg um at virka fyri javnstøðu á hesum økinum.

Kvinnufelagið heldur, at javnstøðulógin eigur at verða broytt, so ásetingin um javnstøðu í nevndum og ráðum eisini kemur at fevna um almenn partafeløg. Kvinnufelagið bar hetta ynski fram í sambandi við 8. mars tiltakið í 2013. Kvinnufelagið vónar, at tinglimir fara at taka undir við uppskotinum, sum nú liggur í Løgtinginum um at broyta javnstøðulógina, so hon eisini kemur at fevna um almenn partafeløg.

Taka atlit til javnstøðu, tá ið lógaruppskot verða gjørd
Tá ið lógaruppskot verða gjørd, skal tað metast um, hvørjar avleiðingar tey fara at hava á eina røð av viðurskiftum. Nevnast kann, at m.a. skal metast um fíggjarligar-, umsitingarligar-, umhvørvisligar- og sosialar avleiðingar fyri ávikavist landið, kommunalar myndugleikar, vinnuna, pláss í landinum og ávísar sasmfelagsbólkar/felagsskapir. Kvinnufelagið heldur, at í sambandi við lógarsmíð eigur atlit eisini at verða tikið til javnstøðu, t.v.s. til hvørjar avleiðingar komandi lógin fer at hava á lívsmøguleikar og lívsumstøður hjá ávikavist kvinnum og monnum.

Kvinnufelagið í Havn ynskir øllum ein góðan Altjóða Kvinnudag.

Vinaliga

Kvinnufelagið í Havn