Kvinnufelagið í Havn tekur undir við yvirlýsingini hjá tingkvinnunum og landsstýriskvinnunum, um at tað er skeivt at venda aftur til fleiri valdømi nú.
Eins og yvirlýsing teirra sigur, er tað týdningarmikið at ein nýggj valskipan ikki spennir bein fyri javnstøðuni.
Tá løgtingið herfyri havnaði uppskotinum um kvotuskipan fyri kyn, er tað skeivt at fara undir at gera geografiskar kvotur, og á tann hátt avmarka veljaran í hvønn hann ella hon ynskir at velja, og á tann hátt avmarka javnstøðugongdina í politikki.
At skifta valskipan nú tykist illa fyrireikað og óstabilt so stutta tíð eftir at eitt valdømi var samtykt.
Tá Føroyar gjørdust eitt valdømi vóru summar av grundgevingunum, at allir veljarar vórðu settir javnt, allir flokkar vórðu javnt settir, at veljarar í størru valdømunum ofta vóru undiromboðaðir, og at í smærru valdømunum var ikki altíð høvið at velja ímillum allar politisku flokkarnar, ið stillaðu upp.
Onki er broytt hesum viðvíkjandi, og tískil er tað óðamannaverk at broyta verandi valskipan aftur til fleiri valdømi.
Kvinnufelagið í Havn