Ársskiftið 2016 í Evropa

Nýttár

Myndin er frá noppasinw á FreeDigitalPhotos.net

Nýggjársnátt blivu út móti 600 kvinnum seksuelt álopnar í miðbýnum í Køln. Hóast so nógvar meldingar, er ongin blivin handtikin fyri hesi misbrot. 31 menn eru handtiknir, men fyri stuldur og annað.
Síðani hendingina eru fleiri líknandi hendingar komnar fram. Um enn ikki so umfatandi, so er somu nátt tað sama hent í millum annað Zürich, Stockholm, Helsinki og fleiri øðrum býum. Í farnu viku kom eisini fram, at á einum festivali í Svøríki fyri tveimum árum síðani, blivu gentur heilt niður í 11 ára aldur eisini seksuelt álopnar á líknandi hátt.
Hendingin er ræðandi, skakandi og ófatilig. Hon skal undir ongum umstøðum góðtakast, verjast ella gerast til minni enn hon er.
Kanska er ilt at vita júst hvørjir einstøku misbrótararnir eru, men afturvendandi meldingarnar eru, at tað eru ungir flóttar, nýliga komnir til Evropa. Tað er als ongin umbering, óansæð hvør tú ert, hvaðani tú kemur og hví. Hetta skal ikki koma fyri, tað kann ongantíð góðtakast.
Hvat antin vit menniskju eru ílatin kovboybuksur, úlpu, burku, prestakjóla, lærstutt, hijab, shorts, bikini, skjúrtu, klædningi ella sum vit komu í henda heim – spillnakin, so eru kroppar okkara, okkara egnu og skulu ikki befamlast av nøkrum.
“Ja” er ófrávíkiligt krav áðrenn mann byrjar at nerta, føla, kráma, grópa, mussa og klemma – altíð!
“Nei” er ófrávíkiligt boð um, at mann heldur fingrarnar vekk!
Siga vit nei, er tað eitt nei og skal virðast fult út! Altíð!

Keine Gewalt gegen Frauen
Tað er ringt at skriva um hesar hendingar, uttan at heilin fer at surra um hvussu mann skal snúgva sær undan at ljóða rasistiskur, tí tað er onki at ivast í, at tað er bæði skjótt og lætt, at detta í ta grøvina. Men hóast tað, so má ein spaki onkuntíð kallast ein spaki, og tað er ein ørgrynna av dømum um hvussu kvinnur í arabiska heiminum vera kúgaðar, og hvussu vánalig kor tær ofta hava. Í fleiri londum sleppa tær ikki at koyra bil, sleppa ikki út uttan at ein maður er við sum anstands”dama”, tær skulu uppihalda sær í øðrum rúmum enn menn, ganga tildekkaðar, tí teirra kroppar og hár er ov lokkandi fyri mannfólkini í landinum og so framvegis.
Hetta kann ikki góðtakast. Tað kann ikki góðtakast í arabisku londunum, men bestemt heldur ikki her í Evropa, har vit hava vunnið okkum nógv rættindi .
Flóttafólk av báðum kynum eru vælkomin, men tað skal ongantíð minka um tað javna virði og tey  rættindi, ið vit kvinnur hava barst fyri her.
Og so kemur enn ein rødd, og sigur, at tað eru ikki bara ungir flóttar úr arabisku londunum, ið gera hetta. Og tað er púra rætt. Evropeiskir menn hava sanniliga ikki funnið tað heilt rætta stevið enn, og gera nógv seksualmisbrot móti kvinnum, men Køln var ein samskipað hending, og tí í einum heilt øðrum mátistokki enn vit eru von við.
05. januar gav yvirborgmeistarin í Køln, Henriette Reker, kvinnum í Køln nakrar atferðarreglur, sum tær kundu halda seg til áðrenn karnivalskenda føstulávintina í februar, men tað er ikki rætta loysnin! Tað rætta er at um menn ikki klára at halda fingrarnar fyri seg sjálvar, so mugu teir halda seg heima! Sum skeltini, ið vit hava sæð florerað á myndum úr India seinastu árini: “Bið ikki døtur tínar um at sita inni, men synir tínar at uppføra seg ordiligt!”
dont tell your daughters to stay in ask your sons to behave

Tina K. Jakobsen
Kvinnufelagið