8.mars 2016

KVINNUDAGSTILTØK KRING LANDIÐ

Kvinnufelagið í Havn skipar fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum kl. 18.30. Ókeypis atgongd. Marna Jacobsen heldur røðu og Hanna Jensen syngur Edith Piaf. Røðan snýr seg um, at tað í ár eru 100 ár síðan kvinnur og ognarleys fingu valrætt og valbæri í Føroyum.

SCUM-manifestet í Norðurlandahúsinum kl. 20. Atongumerki kunnu keypast á www.nlh.fo.

Kvinnubólkurin í Vágum skipar fyri 8.mars-haldi í Bygdarskúlanum í Miðvági kl. 20. Fyrilestur um kvinnur undir krígnum, felagssangur, drekkamunnur og tónleikur. Ókeypis atgongd.

8.mars-hald í Miðhøllini í Vestmanna skúla
Kl. 20 er forvitnisligt 8.mars-hald í Vestmanna við 18-ára aldursmarki. Sissal Kampmann heldur røðu, sangur, tónleikur og undirhald. Augusta og Gyðja eru vertir og Madam Blå tekur ímóti stuðli.

Kvinnudagur á Sandoynni
Kross í kalendaran, Sandoyar kvinnur! Áttanda mars verður kvinnukvøld í Samljóð! Á skránni er millum annað ein ljósmóðir, sum fortelur um tað, kroppurin er førur fyri undir eini føðing, ein maður, sum fortelur um søguna hjá føroyskari binding, munnbitar við altjóða dámi, og so hava nakrar frískar kvinnur játtað at vera make-over-modellir! Sjálvandi er eisini skemt og sangur á skránni.
Atgongumerki á 100 kr verða at fáa í Á-handlinum í Skopun og á Effo á Sandi frá fríggjadegnum 4. mars. Avmarkað atgongd!

Kvinnudagur í Fuglafirði – viðurkenning, inklusión og kvinnuleiklutir anno 2016
Í sambandi við at tað í ár eru 100 ár síðani kvinnur í Føroyum fingu valrætt, nýta vit altjóða kvinnudagin høvi til at hyggja at støðuni hjá kvinnum í Føroyum. Fáa tær loyvi til at virka fult í ymsu kvinnuleiklutunum í dagsins samfelagi? Her varpa vit serliga ljós á støðuna hjá útlendskum kvinnum í Føroyum.
– In commemoration of the centennial of women’s right to vote in the Faroe Islands, we have chosen the International Women’s Day to look at the current situation for women in the Faroes. Are they able to participate actively in all the different roles women may take on today? We focus specifically on the situation for non-native women here. It will be possible to get a summary in English throughout the evening.

 

Veitst tú um okkurt annað tiltak? So sig okkum fegin frá.