“Kvinnur og vald” í Mettustovu

Tíðindaskriv frá Unga Tjóðveldinum

Týsdagin hin 8.mars var háfagnaðardagur javnrættinda – Altjóða kvinnudagur. At øll menniskju eru jøvn, er aðaltáttur í frælsishugsjón tjóðveldsins. Í samband við Altjóða kvinnudagin skipar Unga Tjóðveldið fyri almennum fundi dagin eftir kvinnudagin, mikudagin 9. mars. Evnið á fundinum er “kvinnur og vald”. Tiltakið er býtt í tveir partar – kunnandi og kjakandi. Fundurin byrjar kl. 19 og verður hildin í Mettustovu í Havn.

Skráin:
– Helena Dam á Neystabø (Javnaðarflokkurin) greiðir frá hvussu var at sita sum kvinna á Føroya Løgtingi í 1990.
– Rigmor Dam (Javnaðarflokkurin) greiðir frá hvussu er at vera virkin í politikki í dag, anno 2016.
– Lítil steðgur við onkrum góðum afturvið. Marianna og Ragnar spæla eitt lag ella bæði tvey.
– Kynskvoteringar í løgtingsnevndum verður viðgjørt av Katrin Kallsberg (Tjóðveldi) og Ruth Vang (Framsókn).

Unga Tjóðveldið