Eykaaðalfundur 14. nov. 2016

Eykaaðalfundur verður í Mettustovu 14. november kl. 19:30.

Á skránni er uppskot til broyting í viðtøkunum hjá Kvinnufelagnum:

§ 15 verður orðað soleiðis: “Heldur Kvinnufelagið uppat, verða ognir felagsins latnar Kvinnuhúsinum.”

Viðmerkingar:
Kvinnufelagið sendi við skrivi, dagfest 7. juni 2016 Toll- og Skattaráð Føroya umsókn um skattafrælsi. Við skrivi, dagfest 17. juni 2016 vísti TAKS á, at viðtøkurnar hjá felagnum ikki lúka treytina um, at viðtøkurnar beinleiðis skulu hava orðing um, hvat verður av ognum felagsins, um so er at felagið verður avtikið.

Mælt verður tí til at broyta viðtøkurnar soleiðis, at tað beinleiðis framgongur, at um so er at Kvinnufelagið verður avtikið, fara ognirnar til Kvinnuhúsið.