Kvinnufelagasamskipan Føroya boðar til ársfund í Mettustovu úti á Reyni í Havn. Allir limir í Kvinnufelagnum eru hjartaliga vælkomnir á ársfund, sum er eitt gott høvi at hitta aðrar kvinnur, ið eisini hava áhuga fyri arbeiðinum fyri javnstøðu til kvinnur.
Ársfundur
Ársfundurin verður settur kl. 10. Fundarskráin fylgir lógum felagsins.
Uppskot til viðgerðar á fundinum skulu sendast til kvinnufelag@kvinnufelag.fo í seinasta lagi 9. september 2017.
Sama dag sum ársfundurin er, skipar Demokratia fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum við Öslem Cekic: “At byggja brýr og grava veitir”, og tí verður í ár miðað eftir, at fundurin verður liðugur umleið kl. 14:30, so vit náa í Norðurlandahúsið. Tiltakið í Norðurlandahúsinum byrjar kl. 15.
Veitsla
Dagurin endar við veitslu í Mettustovu, har farið verður til borðs kl. 18:30. Kostnaðurin fyri veitsluna er kr. 200,- fyri hvørja.
Tilmelding
Boða frá luttøku á kvinnufelag@kvinnufelag.fo ella ring/sms á tlf. 21 60 64 í seinasta lagi 12. september 2017.