Sara Omar kemur til Føroyar at tosa um skaldsøgur sínar Dødevaskeren og Skyggedanseren.
Skaldsøgurnar hjá Sara Omar hava elvt til nógv kjak, serliga tí tær viðgera so viðkvom evni sum kvinnukúgan, blóðskemd, pedofili, harðskap ímóti kvinnum og børnum, og hvussu mentan, religión og samfelagsskipanir ávirka lívsmøguleikarnar hjá kvinnum og gentum. Skaldsøgurnar byggja á veruligar hendingar.
Sara Omar tosar dagliga til útseld tiltøk, har hon svarar spurningum um bøkur sínar. Hon sigur sjálv, at hon átti ikki at verið á lívi í dag. Nú heldur pennurin henni á lívi.
Í Føroyum sleppa nú 280 fólk at lurta við í Norðurlandahúsinum, tá Sara Omar í samrøðu við Óluvu Zachariassen fer at siga frá skaldsøgunum og stríðnum fyri rættindunum hjá kvinnum.
Sara Omar gjørdist víðagitin, tá hon í 2017 gav út fyrstu skaldsøgu sína Dødevaskeren, sum beinanvegin bleiv millum mest seldu skaldsøgur í Danmark. Í 2019 gav hon út næstu skaldsøgu sína, Skyggedanseren.
Í 2019 fekk Sara Omar stóru bókmentavirðislønina, Gyltu Laurberini. Sara Omar fekk eisini ársins mannarættindavirðisløn í 2019 frá Institut for Menneskerettigheder fyri sítt dirvi at fortelja veruleikar um kvinnukúgan og sosialt eftirlit. Hon hevur harumframt fingið eina røð av øðrum heiðurslønum.
Tvey tiltøk við Sara Omar verða í Norðurlandahúsinum leygardagin 17. oktober. Fyrra tiltakið er
kl. 13:00-14:30 og seinna tiltakið kl. 16:00-17:30. Henda dagin ber til at keypa skaldsøgurnar í Norðurlandahúsinum.
Tiltakið er eitt samstarv ímillum Kvinnufelagið í Havn, Norðurlandahúsið og Amnesty Føroyar.