Sara Omar stríðist við skaldsøgum
19-10-2020
– Lat okkum bara siga, at bøkurnar hava bjargað mínum lívi, sigur Sara Omar, sum hevur skrivað Dødevaskeren og Skyggedanseren um kúgan undir islam
– Hetta hevur havt stórar avleiðingar fyri meg. Men um vit skulu liva í einum heimi uttan harðskap, kúgan, sosialt eftirlit, insest, neyðtøku og alt tað, sum fylgir við, so noyðast vit at taka blaðið frá munninum. Og nøkur av okkum noyðast at seta orð á tað, sum fyrigongur.
Dansk-kurdiski rithøvundurin Sara Omar skrivar skaldsøgur við einum brennandi ynski at reformera islam. Í bókunum Dødevaskeren frá 2017 og Skyggedanseren frá 2019 viðger hon harðskap, kúgan, stigmatisering og sosialt eftirlit av kvinnum, bæði í Kurdistan og millum muslimar í vesturheiminum.
Afturfyri má hon liva undir jørðini við lívverjum alt samdøgrið. Men hon vil kortini ikki stilla seg á aðru síðuna ella geva islam einsamøllum skyldina. Hon tosar fyri einari tolsamari og kærleiksfullari útgávu av islam.
– Islam hevur – sum allar aðrar religiónir – eina myrka og eina ljósa síðu. Tað veldst fullkomiliga um, hvussu tú tulkar tað, sum stendur í koranini, og hvussu tú brúkar tað í tínum gerandisdegi.
Sara Omar viðger eisini, hvussu valdsgerðir og ágangur móti kvinnum og børnum ganga fyri seg í vesturlendskum londum, eisini Danmark.
– Tað hendir, tí vit hava paralell-samfeløg, har tað valda heilt aðrar lógir, enn tær donsku lógirnar. Nøkur halda seg eiga heil grannaløg og siga, hvussu kvinnurnar skulu vera og gera, sigur hon.
Spurningurin er, hvussu vit skulu vinna á øllum hesum. Gjøgnum vitan og upplýsing – og við kærleika og ikki hatri, svarar hon.