Ritt Bjerregaard via Skype til 100 ára hald

100-viðburðir(Rættað)

Í morgin eru tað 100 ár síðani, at lóg kom í gildi í Føroyum, har øll yvir 25 ár fingu valrætt og valbæri til Føroya Løgting. Hetta merkti, at eisini kvinnur og ognarleys nú sluppu framat valstøðunum.

Demokratia skipar í hesum sambandi fyri hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum 30. apríl kl. 14. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Ritt Bjerregaard luttekur via Skype við tveimum innsløgum á hátíðardegnum.

Skráin er fjølbroytt og áhugaverd. Harafturat verður hátíðarhaldið verður stroymað, soleiðis at øll skulu fáa høvi at fylgja við. Um kvøldið verður skipað fyri upplestri og tónleiki í Sirkus.

Skráin í Norðurlandahúsinum:

14.00: Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia bjóðar vælkomin
14.10: Tað frættist nú og fregnast. Sissal Grækarisdóttir Magnussen syngur
14.15: Fyrilestur við Hans Andrias Sølvará
14.40: Lea Kampmann spælir 2 løg
14.50: Ritt Bjerregaard 1. Innslag

15.00: Steðgur

15.15: Sofaprát við Katrina Kallsberg, Eyðgunn Samuelsen og Sonju L. Jógvansdóttir. Moderator Sissal Kampmann
15.40: Guðrið Hansdóttir spælir 2 løg
15.55: Fyrilestur við Beintu í Jákupsstovu
16.20: Sjónleikur við Sóley Danielsen og Katrini Mortensen
16.35: Lea Kampmann spælir 2 løg

16.45: Steðgur

17.00: Ritt Bjerregaard 2. innslag
17.15: Guðrið Hansdóttir spælir 2 løg
17.30: Pallborðskjak við limum úr politisku ungmannafeløgunum. Orðstýrari, Katrin Petersen

Skráin í Sirkusi:

20.00: Jasmin Mote (tónleikur)
20.10: Anna Malan Jógvansdóttir (upplestur)
20.20: Malan Poulsen (upplestur)
20.30: Ingunn Gormsdóttir (tónleikur)
20.45: Sissal Kampmann (upplestur)

20.55: Steðgur

21.15: Vónbjørt Vang (upplestur)
21.25: Jasmin Mote (tónleikur)
21.35: Daniella Andreassen (upplestur)
21.45: Ingunn Gormsdóttir (tónleikur)

 

Myndin er lænt frá the City of Reykjavík, 100 ára hald í Reykjavík

Comments are closed.