2008

Kvinnudagurin varð hildin í Norðurlandahúsinum hetta árið. Á skránni var mangt ymiskt, millum annað skipaði Amnesty International fyri eini framsýning um pakistanskar kvinnur, Heiðrún og Alvi spældu violin og gittar, skipað var eisini fyri pallborðskjaki um fosturtøku. Luttakararnir í pallborðinum vóru Marjun Lómaklett prestur, Durita Tausen búskaparfrøðingur, Turið Holm gynækologur, Jóhanna Arge løgfrøðingur og Anna Debes Hentze sálarfrøðingur. Elin Winther Poulsen var orðstýrari. Um kvøldið var sjónleikur á skránni: Ibsens kvinner.

Hetta árið varð eisini skipað fyri forkunnugari framsýning við Undangongukvinnunum. Henda framsýning fór at ferðast kring landið, og var millum annað á fleiri fólkaskúlum:

UNDANGONGUKVINNURNAR

Í ár eru 100 ár liðin, síðan kvinnur í Føroyum fingu valrætt.
Áðrenn tað vóru tað bert menn, ið sluppu at velja, hvør skuldi ráða her á landi.
Tað bar heldur ikki til at velja eina kvinnu, bert menn vóru valbærir.

Kvinnurnar, tit síggja her, hava allar á teirra hátt virkað fyri, at kvinnur í Føroyum skuldu hava sama virði og møguleikar sum menn í Føroyum.

Ein teirra gav út eitt blað, Oyggjarnar, har hon skrivaði um politikk. Hetta var óhoyrt tá á døgum, ikki bert at hon sum kvinna fór undir at geva blað út, men at hon so eisini dittaði sær at skriva um politikk!
Í blaðnum skrivaði hon eisini um, hvussu konur í Danmark stríddust fyri teirra rættindum.

Í dag er tað ikki óvanligt, at kvinnur fáast við journalistikk, navnframar kvinnur, ið hava hetta starv, eru t.d. Brynhild Thomsen á Dimmalætting, Sigrún Brend í Kringvarpinum, Katrin Petersen freelance og stjórin fyri størstu almennu fyritøkuni, Kringvarpi Føroya, er ein kvinna, Annika M. Jacobsen.

Í dag halda vit ikki, at tað er løgið, at konur sleppa at velja, tá tað er val, men enn halda nøkur, at kvinnur kunnu velja, men áttu ikki at sloppið at verið valdar sjálvar. Tí kvinnur hava onki at gera í politikki!

Hugsa tær til, hvussu heimurin hevði sæð út, um kvinnur ikki kundu verið valdar. Hugsa um Hillary Clinton, Madeleine Albright, Maritu Petersen, Gro Harlem Brundtland, Helle Thorning Schmidt, Vígdis Finnbogadóttur, Annitu á Fríðriksmørk, Anniku Olsen og fleiri aðrar.

Vit mugu øll, bæði gentur og dreingir, minnast á, hvør tað er, ið hevur fingið okkum her, vit eru í dag. Tí fáa tit nú tann heiðurin at hava “Undangongukvinnurnar” á vitjan.
Hesar undangongukvinnur er nakrar av okkara slóðarum.

Eigur tú eina mynd frá tiltakinum? So vilja vit fegin fáa eitt avrit. Set teg í samband við Kvinnufelagið á mettustova@olivant.fo.