neydtoka

Nú nærkast móttøkan fyri tey, sum hava verið fyri neyðtøku og seksuellum harðskapi
SKRIVAÐ: Tíðindaskriv | 19.10.2020 – 19:30 TÍÐINDASKRIV
Í dag hava Amnesty, Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn og KSF verið á fundi við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann. Felagsskapirnir ynkstu at fáa at vita, hvussu gongst við arbeiðinum at gera eina móttøku fyri tey, sum hava verið fyri neyðtøku og seksuellum harðskapi. Felagsskapirnir hava kunnað landsstýrismanninum um, at tað er av alstórum týdningi, at ein persónur, sum hevur upplivað neyðtøku ella annan líknandi harðskap, hevur eitt stað, har viðkomandi fær hjálp, kanning og kunning. Sum støðan er nú er hetta ikki gjørligt uttan at viðkomandi hevur sett seg í samband við løgregluna og meldað málið.

Á fundinum greiddi landsstýrismaðurin frá, at ein bólkur er settur at eftirmeta tilmæli frá 2016, og at ein ætlan verður klár í desember 2020. Felagsskapirnir nýttu høvið at undirstrika týdningin av atkomuligari kunning. Hetta verður vónandi gjørt við eini heimasíðu og umvegis aðrar miðlar, har fólk, sum hava upplivað seksuellan harðskap, fáa atkomuliga kunning um teirra rættindi og fakliga kunning um, hvussu ein slík hending ávirkar ein sálarliga. Tað er eisini avgerandi, at tað er atkomulig sálarlig kreppuhjálp og ráðgeving á staðnum og umvegis t.d. telefon ella sosialar miðlar.

”Vit hava havt ein sera jaligan fund við landsstýrismannin. Vit eru sera fegnar um, at landsstýrismaðurin er farin undir hetta týdningarmikla arbeiðið at seta eina neyðtøkumóttøku í verk. Henda móttøkan fer at verða eitt stórt framstig fyri tey, sum hava verið fyri neyðtøku ella seksuellum harðskapi”, siga felagsskapirnir.

Amnesty International Føroyar,

Kvinnufelagið í Havn,

Kvinnuhúsið

og Kvinnufelagssamskipan Føroya

Viðmerkingar og trackbacks eru ikki loyvd.