Kom tú við í fornuftigasta felag í býnum!
Her eru kjak fyri allar pengarnar, og teir eru bara 200 kr um árið. Skuldi tað hent seg, at tú ert pensjónistur, lesandi ella støk mamma, so er helvtin nokk. Limagjaldið verður flutt á konto í Betri 9181-1651619.
Fyri pengarnar fært tú javnan limatíðindi, nevndin arbeiðir støðugt við málum, ið eru viðkomandi fyri felagið, og ikki minst skipa vit fyri nøkrum tiltøkum fyri limir okkara hvørt ár. Tað størsta tiltakið er Kvinnudagurin, ið verður hildin hvønn 8. mars.
Vit krevja bert tvey ting av tær: 1) tú rindar títt limagjald regluliga (vit minna teg á tað) og 2) tú ert konufólk
So kom við! Tú fert neyvan at angra tað! 🙂
Føðiár verður bert brúkt til hagtøl í felagnum, og verður ikki latið øðrum.