Líka so nøgdar vit vóru um røðu løgmans á nýggjárinum, har dentur m.a. varð lagdur á tolsemi, frælsi og demokrati, líka so vónsviknar gjørdust vit av samrøðuni, danska sjónvarpsrásin TV2 hevði við Kaj Leo Johannessen løgmann, har hann verður spurdur um, hvønn týdning føroyingar leggja í hetta, at drotningin nevnir Føroyar í nýggjársrøðu sínari.
Vit ætla ikki at leggja okkum út í, hvørja meting løgmaður hevur av kongshúsinum, men vit vilja mótmæla, at løgmaður okkara loyvir sær at gera so grovar generaliseringar um føroyskar kvinnur, sum hann gjørdi í samrøðuni.
Føroyskar kvinnur verða allar sleptar niður í ein pott og verða lýstar sum persónar, sum dáma sera væl at lesa donsk vikubløð, nevnd verða beinleiðis Se og Hør, Ude og Hjemmet og Familie Journalen, og løgmaður pástendur eisini at føroyskar kvinnur lesa litaðu vikubløðini, tí teimum dámar so væl at hyggja at og tosa um fínu kjólarnar, sum tey kongligu og onnur eru í.
Vit hava als onki ímóti at fólk lesa vikubløð og hyggja eftir fínum kjólum, vit ætla okkum heldur ikki at hava at løgmanni og privatu áskoðan hansara á kvinnur, men vit vilja átala at Føroya løgmaður ger so grovar generaliseringar av lesnaðinum hjá føroyskum kvinnum og áhuga teirra fyri fínum kjólum. Hetta eigur eftir okkara tykki ikki at koma fyri í einari viðmerking frá einum almennum persóni, sum Føroya løgmaður er.
Kvinnufelagasamskipan Føroya
03. januar 2012