Metta

Mettan er viðurkenning, ið verður latin kvinnum, ið hava skarað framúr á einhvønn hátt. Mettugrunnurin tekur avgerð um hvør fær Mettuna. Enn er Mettan bert latin einaferð. Tað var til Guðruna Rógvadóttur og Guðruna Ludvig í 2008.
Mettan er skapt av listakvinnuni Guðrið Poulsen, og er inspirerað av Venus úr Willendorf.

07.11.2008 var fyrstu ferð at Mettan varð latin. Hana fingu Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig. Dagurin var sera væleydnaður og báðar Guðrunar vóru sera fegnar um heiðurin. Til stuttleika kann nevnast, at Guðrið Poulsen, ið hevur sniðgivið og tilevnað Mettuna, hevur arbeitt víðari við sniðnum, sum er inspirerað av Venus úr Willendorf frá umleið 22.000 ár f.K. Eisini Guðrun og Guðrun hava fingið inspiratión til framleiðslu av Mettuni.