Góða Johanna…

Góða Johanna … Hvat hugsaði tú, tá tú sá navn títt standa á prenti í Føroyatíðindum tann 28. januar í 1918? Lærerinde Johanne Mortensen stóð har, uppstillað á listanum hjá Froðbiar Sóknar kommunu millum 15 menn. 10 ár eftir at tú og aðrar kvinnur høvdu fingið loyvi at velja á kommunuvali, royndi tú tínar veingir…

Eykaaðalfundur 14. nov. 2016

Eykaaðalfundur verður í Mettustovu 14. november kl. 19:30. Á skránni er uppskot til broyting í viðtøkunum hjá Kvinnufelagnum: § 15 verður orðað soleiðis: “Heldur Kvinnufelagið uppat, verða ognir felagsins latnar Kvinnuhúsinum.” Viðmerkingar: Kvinnufelagið sendi við skrivi, dagfest 7. juni 2016 Toll- og Skattaráð Føroya umsókn um skattafrælsi. Við skrivi, dagfest 17. juni 2016 vísti TAKS…

Ársfundur 24. september

Ársfundur hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya Kvinnufelagasamskipan Føroya boðar nú til ársfund á Toftum. Allir limir í Kvinnufelagnum eru hjartaliga vælkomnir at koma við á ársfund, sum er eitt gott høvi at hitta aðrar kvinnur, ið eisini hava áhuga fyri arbeiðinum fyri javnstøðu til kvinnur. ÁRSFUNDUR hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya verður hjá Tofta Kvinnufelag í hølum felagsins á…

Ritt Bjerregaard via Skype til 100 ára hald

(Rættað) Í morgin eru tað 100 ár síðani, at lóg kom í gildi í Føroyum, har øll yvir 25 ár fingu valrætt og valbæri til Føroya Løgting. Hetta merkti, at eisini kvinnur og ognarleys nú sluppu framat valstøðunum. Demokratia skipar í hesum sambandi fyri hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum 30. apríl kl. 14. Tiltakið er ókeypis og…