Vaflur, bókaframløga og barnaklæðir í Mettustovu

Nú í jólamánaðinum eru konurnar í Kvinnufelagnum í Havn í sonnum jólahýri. Umframt at hava prýtt hugnaligu Mettustovu til jóla, selja tær eisini nýbakaðar vaflur og drekkamunn til tey, sum støkka inn á gólvið. Inntøkurnar frá vaflusøluni fara til viðlíkahald av 300 ára gomlu Mettustova, sum felagið eisini leigar út til smærri tiltøk, fundir og…

Hví hevur tú blátt eyga?

Kvinnur, sum eru fyri harðskapi í parlagnum eru einsamallar. Tær tora onki at siga, og vit tora ikki at spyrja. Tí varpar Kvinnurfelagið í Havn ljós á hendan stóra, dulda samfelagstrupulleikan. Í fyrsta umfari við at bróta tøgnina. Limatiltakið “Hví hevur tú blátt eyga?” verður mikukvøldið 26. november í Mettustovu úti á Reyni, har tvær…

Heysthugni við javnstøðupráti

Mánakvøldið skipar Kvinnufelagið fyri heysthugna, har nakrar av kvinnunum, sum luttóku á stórari kvinnuráðstevnu í Malmø í summar, fara at fortelja og hugleiða um ferðina og ráðstevnuna. Ráðstevnan Nordisk Forum ’14 fevndi um fleiri dagar, óteljandi tiltøk og túsundatals luttakarar, harímillum fleiri úr Føroyum. Tær fimm, sum vitja Kvinnufelagið mánakvøldið, og fara at fortelja um…

Pensjón á breddan

Tíðindaskriv frá Kvinnufelagasamskipan Føroya Leygardagin var Norðoya Kvinnufelag vertir fyri ársfundinum hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya (KSF). Á ársfundinum var samtykt, at arbeiðast skal við pensjónsviðurskiftum hjá kvinnum, millum annað við at skipa fyri kunnandi fundum kring landið. Endamálið við at varpa ljós á hetta er, at gera kvinnur tilvitaðar um sína egnu pensjónsuppsparing, ella vantandi uppsparing. Viðurskifti…