Nýggj nevnd í Kvinnufelagnum

Á aðalfundi í Mettustovu í kvøld varð nýggj nevnd vald. Bjørg Jacobsen ynskti at halda fram og varð afturvald. Tina K. Jakobsen og Rigmor Dam stillaðu upp og vórðu valdar. Báðar hava verið í nevndini í Kvinnufelagnum fyrr. Turið Holm ynskti at stilla upp aftur sum tiltakslimur, og bæði Birta Biskopstø og Annika A. Gregoriussen ynsktu…

Aðalfundur

Aðalfundurin hjá Kvinnufelagnum verður hóskvøldið 27. mars 2014, kl. 19:00 í Mettustovu. Sambært lógini fyri Kvinnufelagið skulu uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum vera nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin. Á aðalfundinum skulu veljast: tríggir nevndarlimir tveir tiltakslimir tveir roknskapargrannskoðarar eitt umboð í Kvinnufelagasamskipan Føroya eitt eykaumboð í Kvinnufelagasamskipan Føroya Um…

Javnstøða í almennum partafeløgum

Í sambandi við 8. mars tiltakið í fjør setti Kvinnufelagið fram trý ynskir, sum skulu viðvirka til at fremja javnstøðu í Føroyum og harvið minka um tann kynsmun, sum framvegis er galdandi. Eitt av hesum ynskjum var at víðka § 8 í javnstøðulógini til eisini at fevna um vinnuligt virksemi hjá tí almenna. Hóast Johan…

Umvælingar á Mettustovu

Sum kunnugt er tørvur á at fremja ávísar umvælingar á Mettustovu. Serliga er stórur tørvur á at fáa skift takið. Nevndin í Kvinnufelagnum hevur havt fund við umboð fyri Tórshavnar býráð at kunna um støðuna og umrøða, hvat gerast kann. Kvinnufelagið hevur sent eina umsókn til býráðið um málið.

Kvinnufelagið tekur undir við tingkvinnum og landsstýriskvinnum

Kvinnufelagið í Havn tekur undir við yvirlýsingini hjá tingkvinnunum og landsstýriskvinnunum, um at tað er skeivt at venda aftur til fleiri valdømi nú. Eins og yvirlýsing teirra sigur, er tað týdningarmikið at ein nýggj valskipan ikki spennir bein fyri javnstøðuni. Tá løgtingið herfyri havnaði uppskotinum um kvotuskipan fyri kyn, er tað skeivt at fara undir…