Aðalfundur

Aðalfundur hjá Kvinnufelagnum í Havn verður 28. februar 2017 kl. 19.00 í Mettustovu. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Uppskot til viðtøkubroytingar er á skrá. Nevndin mælir til at broyta § 15 í viðtøkunum soleiðis: “Heldur Kvinnufelagið uppat, verða ognir felagsins latnar til Kvinnuhúsið.” Uppskot, sum skulu á skrá, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 8…

Aðalfundur í kvøld

Í kvøld kl. 19 er aðalfundur hjá Kvinnufelagnum. Aðalfundurin verður í Mettustovu. Um hann ikki er viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur kl. 19.30. Skráin fylgir viðtøkum felagsins. Møtið fjølmentar!

Aðalfundur 16. mars

Aðalfundur verður 16. mars kl. 19.00 í Mettustovu. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Uppskot í skulu á skrá, mugu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar undan aðalfundinum. Um aðalfundurin ikki er viðtøkuførur verður eykaaðalfundur hildin kl. 19.30. Eykaaðalfundurin er altíð viðtøkuførur. Møtið fjølmentar Kvinnufelagið

Nýggj nevnd í Kvinnufelagnum

Á aðalfundi í Mettustovu í kvøld varð nýggj nevnd vald. Bjørg Jacobsen ynskti at halda fram og varð afturvald. Tina K. Jakobsen og Rigmor Dam stillaðu upp og vórðu valdar. Báðar hava verið í nevndini í Kvinnufelagnum fyrr. Turið Holm ynskti at stilla upp aftur sum tiltakslimur, og bæði Birta Biskopstø og Annika A. Gregoriussen ynsktu…