Tiltak um haturstalu í Mettustovu

Tiltak um haturstalu

Týskvøldið 25. september kl. 19:00 fer Jógvan D. Hansen at tosa um haturstalu og aftaná verður orðaskifti.

 

Í almenna orðaskiftinum verður javnan tosað um haturstalu. Hendan tala er ikki eitt nýtt fyribrigdi, men hevur fingið nýggj kor ikki minst gjøgnum teir sosialu miðlarnar. Men hvat er haturstala, og og hvussu fyrihalda vit okkum til hettar fyribrigdi? Er haturstala ein hóttan móti fólkaræðinum, ella bert nakað, ið vit noyðast at læra okkum at liva við í einum opnum og krittiskum orðaskifti? Fyrilesturin fer at viðgera hesi evni frá einum heimspekiligum sjónahorni.

 

Tiltakið verður í Mettustovu, Skipar Hansensgøta 5.

 

Øll eru vælkomin.