2009

Evnini á Altjóða Kvinnudegnumí 2009 vóru fjølbroytt. Fíggjarkreppa, vinnulív og sjónleikaframførsla var millum annað á skrá. Lisbeth Nebelong helt fyrilesturin og workshop “Frá undirskoti til yvirskot”, Katrin Petersen journalistur, hugleiddi um íbornu kynsrollurnar, studentaskúlanæmingar framførdu eina variatión yvir Eitt dukkuheim hjá Ibsen, Rigmor Dam prátaði við Anniku og Ásu í Synergi um at vera íverksetarar og hava egna fyritøku og Elin x 2 kallaðist prátið, sum Elin Winther Poulsen hevði við Elina Heinesen um at vera almennur persónur og stjóri, sum øll hava sína hugsan um. Elin Heinesen var tá stjóri á Ferðaráð Føroya.

Kvinnukórið Cantabile undirhelt og Amnesty International hevði framsýning. Kristiana Rein var eisini so beinasom, at hon setti framsýning upp fyri SEV, har innlit fekst í streymnýtslu í heiminum.

Fyriskiparar vóru Kvinnufelagið í Havn og Kvinnufelagasamskipan Føroya.

Eigur tú eina mynd frá tiltakinum? So vilja vit fegin fáa eitt avrit. Set teg í samband við Kvinnufelagið á mettustova@olivant.fo.