2011

MACHOFØROYAR 8. MARS

Sum vant skipar Kvinnufelagið í Havn fyri stórum 8. mars tiltaki í Norðurlandahúsinum altjóða kvinnudagin.

Í ár hevur felagið valt at seta fokus á føroysku machomentanina.

Tað er ein sannroynd, at føroysk mentan í stóran mun er stýrd av traditionellum maskulinum virðum, har maðurin og hansara “roysni og brøgd”, eru í hásæti, meðan kvinnan helst skal hava “eygu klár og blá, og sinn sum síl í á”.

Hetta sæst aftur í føroyska málinum søgum og sagnum, sang- og kvæðamentan okkara, og verður eisini endurspeglað í modernaða vinnulívinum, politikki og á lønarstiganum.

At vit í føroysku kvinnurørsluni framvegis hava langt eftir á mál, hevur undanfarna árið enn einaferð staðfest – tíverri. Vit upplivdu, at landsstýrimaðurin í javnstøðumálum alment umrøddi eitt kvinnuligt embætisfólk sum “kontórdaman á gólvinum”, at fólkateljingin varð doypt Manntal, og at lesibókatilfarið til fólkaskúlan byggir á aldargomlu traditionellur virðini, har maðurin hevur vald og kvinnan bakar køku – men hetta halda tey, sum hava ábyrgd av undirvísingartilfari vera fínasta slag!

Alt hetta í einum landi, har 2000 kvinnur í besta burðardygga aldri longu hava vent siðbundna veiðumannasamfelagnum bakið, fyri at leita sær inn til meginlandið, har hugburðurin til kvinnuligi virðini hóska betri til nútíðina og modernað familjuvirðir.

Skráin fyri Altjóða Kvinnudagin í Norðurlandahúsinum er hendan:

VÆLKOMIN Karin Kjølbro

MACHOFØROYAR Elin Lindenskov hugleiðir

HARÐSKAPUR Johan Dahl, landstýrismaður við vinnumálum, heldur røðu

HARÐSKAPUR Erika Hayfield leggur heildarætlanina “Harðskapur í parlagi og nærsambondum” fram.

HARÐSKAPUR Jacoba Kruse, Amnesty Føroya Deild ger viðmerkingar til heildarætlanina

TÓNLEIKUR Anna Nygaard og Gipsy Train

FILMSKAPPING Demokratia vísir filmar og kjósar vinnaran

VERTINNA Elin W. Poulsen

8. mars tiltakið byrjar klokkan 19.30, og kostnaðurin er 150,- kr.

STUÐLAÐ tiltakinum hava: Tryggingarfelagið Føroyar, Føroya Bjór, Prenta, PM og Norðurlandahúsið.