Ársfundur 2014 í Klaksvík

Nevndin í Kvinnufelagnum frøist um, at nýggjasta limafelagið í Kvinnufelagasamskipanini hevur valt at vera vertur fyri ársfundinum í ár. Samstundis vóna vit, at nógvir av limum okkara fara at luttaka á fundinum, ið als ikki bert er fyri nevndarlimir, men fyri allar limir, ið kundu tonkt sær at luttikið. Lýsingin frá KSF er soljóðandi:

ÁRSFUNDUR hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya verður í Klaksvík á Bøgøtu 3, leygardagin tann 17. mai 2014.
Smyril siglur av Tvøroyri kl. 9.30 og úr Tórshavn aftur kl. 21.00.
Fundarskrá verður sambært lógum felagsins.
Uppskot til viðgerðar á fundinum skulu sendast til KSF, birtabiskopstoe@gmail.com í seinasta lagi 10. mai 2014.
Fundurin verður settur kl. 13.00 í húsunum hjá Norðoya Kvinnufelag.
Tær, ið ætla at luttaka, skulu siga frá í seinasta lagi 14. mai hjá Bjarmu Vágsheyg á telefon 227196.

Við vón um, at nógvir limir ynskja at luttaka á ársfundinum.

Kvinnufelagið
Tina, Bjørg, Rigmor, Eyrith, Helena, Birta, Annika og Turið