Nú nærkast móttøkan fyri tey, sum hava verið fyri neyðtøku og seksuellum harðskapi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv | 19.10.2020 – 19:30 TÍÐINDASKRIVÍ dag hava Amnesty, Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn og KSF verið á fundi við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann. Felagsskapirnir ynkstu at fáa at vita, hvussu gongst við arbeiðinum at gera eina móttøku fyri tey, sum hava verið fyri neyðtøku og seksuellum harðskapi. Felagsskapirnir hava kunnað landsstýrismanninum um, at…

Tær, ið bygdu land

Fríggjadagin 3. november kl. 16 verður nýggja bókin Tær bygdu land eftir Óla Jacobsen løgd fram í Miðlahúsinum. Bókin er eitt savn av søgum um 20 kvinnur, føddar frá 1890-1932, har gerandislívið í Føroyum í 20. øld verður lýst frá kvinnusjónarhorni. Kvinnurnar eru úr nærum øllum pørtum av Føroyum og hava ymiskar bakgrundir, royndir og…

Lær at tala tølini í fíggjarlógini

Limatiltak mikukvøldið 9. desember kl. 19.30 Eru fíggjarmál ein jungla, sum tú gjarna vilt skilja betur? So kom í Mettustovu mikukvøldið, har Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, fer at greiða frá, hvussu vit lesa og skilja játtanarkarmar til fíggjarlóg, fíggjarlógina sjálva og eykajáttanir til fíggjarlógina. Tak tín iPad ella farteldu við um tú kanst. Minst…

Avkriminalisera keypisex

Í summar samtykti aðalfundurin hjá Amnesty International eina resolutión, sum staðfestir, at ynski er at avkriminalisera sexarbeiðið. Kvinnufelagið setir stór spurnartekin við hesa avgerð, og í tí sambandi hava vit bjóðað Amnesty International Føroya Deild í Mettustovu 23. november. Á fundinum mánakvøldið luttekur Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty Føroya Deild. Katrin fer at greiða…