Mánakvøldið skipar Kvinnufelagið fyri heysthugna, har nakrar av kvinnunum, sum luttóku á stórari kvinnuráðstevnu í Malmø í summar, fara at fortelja og hugleiða um ferðina og ráðstevnuna.
Ráðstevnan Nordisk Forum ’14 fevndi um fleiri dagar, óteljandi tiltøk og túsundatals luttakarar, harímillum fleiri úr Føroyum.
Tær fimm, sum vitja Kvinnufelagið mánakvøldið, og fara at fortelja um tað nýggjasta innan javnstøðu í Norðurlondum, eru:
Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini
Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinna
Signhild V. Johannesen, nevndarlimur í Demokratia og býráðslimur í Klaksvík
Marna Jacobsen, ritstjóri
Helena Fríðheim, námsfrøðingur
Hvar og nær:
Heysthugnin verður í Mettustovu í Havn hin 27. oktober kl. 19.30 og er fyri allar limir.
Eisini lokka vit við drekkamunni og søtum afturvið.