Kvinnur, sum eru fyri harðskapi í parlagnum eru einsamallar. Tær tora onki at siga, og vit tora ikki at spyrja.
Tí varpar Kvinnurfelagið í Havn ljós á hendan stóra, dulda samfelagstrupulleikan.
Í fyrsta umfari við at bróta tøgnina.
Limatiltakið “Hví hevur tú blátt eyga?” verður mikukvøldið 26. november í Mettustovu úti á Reyni, har tvær skilakonur fara at leggja fram.
Elin W. Poulsen, verkætlanarleiðari frá heildarætlanini Sig frá! fer at kunna um arbeiðið við heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum.
Súsonnu Skaale, sálarfrøðingur og høvundur til bókina Um bara hann sló meg, fer at greiða frá um sítt arbeiðið í Kvinnuhúsinum. Eisini fer hon at hugleiða um almenna harðskapspolitikkin, og um bókaútgávu sína.
”Harðskapur eigur á ongan hátt at verða góðtikin í okkara samfelagi. Uttan mun til, um talan er um likamligan, sálarligan ella kynsligan harðskap vilja vit siga frá, at hann verður ikki góðtikin!”