Vaflur, bókaframløga og barnaklæðir í Mettustovu

NMettustova uttanduraú í jólamánaðinum eru konurnar í Kvinnufelagnum í Havn í sonnum jólahýri. Umframt at hava prýtt hugnaligu Mettustovu til jóla, selja tær eisini nýbakaðar vaflur og drekkamunn til tey, sum støkka inn á gólvið.

Inntøkurnar frá vaflusøluni fara til viðlíkahald av 300 ára gomlu Mettustova, sum felagið eisini leigar út til smærri tiltøk, fundir og hátíðarløtur.

Týsdagin 16. desember verður ein serligur dagur í Mettustovu, tí tá verður bæði bókaframløga og smásøla av heimaseymaðum barnaklæðum á skránni.

Ingun Háberg Söderqvist selir barnaklæðir, sum hon sjálv hevur seymað, eitt nú litfagrar buksur, húgvur og brølapur í bestu góðsku.

Klokkan 16 fer Hans Andrias Sølvará, lektari, at leggja fram bókina Frá sjálvstýri móti loysing. Bókin fæst tá fyri serprís og høvi verður at fáa hana signeraða.

Jólamettustovan er opin hvønn gerandisdag til og við 18. desember kl. 13-18.

10858543_1525351421046420_4470375810749240103_n