Mikukvøldið skipar Kvinnufelagasamskipan Føroya fyri tiltaki um pensjónir, har kvinnur fáa boðskapin inn við skeið.
Felagið bjóðar tveimum óheftum serfrøðingum at greiða frá.
Ein lógarkøn gevur okkum eina pedagogiska gjøgnumgongd av pensjónum sum heild, og Jan Otto Holm, óheftur fíggjarráðgevi, greiðir frá, hvat vit skulu hava í huganum, tá ið vit velja pensjónir og tryggingar.
Nógvar kvinnur vita onki um pensjónir og kunnu tí koma illa fyri fíggjarliga á ellisárum.
Um vit siga tað groft, so eru kvinnur sum heild:
– lítið áhugaðar í pensjónsviðurskiftum
– illa brynjaðar at umsita eina pensjónsuppsparing, so hon gevur sum mest í avkasti
– lítið kunnaðar um pensjónir og tryggingar, sum fakfeløg hava at bjóða limum sínum
– verri fyri enn menn, tí tær eru lægri løntar, og hava tí minni at spara upp av
– verri fyri enn menn, tí tær liva í miðal longri, og fáa tí lægri útgjald
– verri fyri enn menn, tí tær spara onki upp, tá ið tær eru í barsil
– verri fyri enn menn, tí tær arbeiða ofta niðursetta tíð ella eru heimagangandi
Gev tær sjálvari tveir dýrabarar tímar mikukvøldið. Tað loysir seg heilt sikkurt!
Tiltakið verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 28. januar 2015 kl. 20.
Kvinnufelagasamskipan Føroya
Norðoya Kvinnufelag, Tofta Kvinnufelag, Kongshavnar Kvinnufelag, Skála Kvinnufelag, Kvinnufelagið í Havn og Valkyrjurnar